Spurnablað um lendisnýtslu í Sandoyar sýslu

Setrið heitir á fólk við tilknýti til Sandoy, um at svara spurnarblaði um lendisnýtslu í Sandoy

Fróðskaparsetur Føroya ger eina spurnakanning um, hvussu lendið í Sandoyar sýslu verður nýtt í dag, og hvønn búskaparligan og mentanarligan týdning verandi lendisnýtsla hevur fyri fólk á staðnum.

Hevur tú nakað tilknýti til Sandoyar sýslu, ert tú vælkomin at svara hesum spurnablaðnum, við at trýsta á leinkið her: query.eharava.fi/2375  Kanningin verður gjørd, tí broytingar kunnu væntast í lendisnýtslu og bústaðarmynstri orsakað av komandi undirsjóvartunlum og øktum ferðavinnuvirksemi millum annað. Kanningin er ónevnd. Upplýsingarnar verða einans nýttar soleiðis, at ikki ber til at eyðmerkja svarini. Les eisini um kanningina her á Facebook