"Spurin" vitjaði skósøluna við Gøtugjógv (Rás2)

(Rás2) Hoyr sendingini "Spurin", har Petur Zachariassen vitjaði skósøluna við Gøtugjógv

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Spurin", ið var send beinleiðis á Rás2 seinnapartin í dag.

 

Í dag gekk leiðin hjá Peturi Zachariassen, reportara hjá Rás2 til Gøtugjógv.

 

Vitjað var í handlinum Skósølan við Gøtugjógv, sum Terje Hansen eigur og rekur. Upprunaliga var tað abbi Terja, Jákup ið stovnaði handilin.

 

Terje Hansen greiddi frá søguni og virkseminum hjá handlinum, og ikki minst var nomið við teir tiltiknu Skechers-skógvarnar, ið eisini eru væl umtóktir í Føroyum.

 

Sendingin "Spurin" er hvønn hósdag seinnapart á Rás2 millum klokkan 14 og 15. Í sendingini vitjar Petur Zachariassen fyritøkur, felagsskapir, stovnar og einstaklingar kring alt landið.