So var tað her. Fyrsta kvøldið fyri mannfólk nakrantíð. Simpulten boys only.
Endiliga!
Men tað var eisini upp á tíðina. Kvinnurnar hava havt síni ljósareyðu ting við smoothies og neglaviðgerð í nógv ár.
Nú skuldu vit endiliga síggja, at javnstøða eisini er ein mannarættur.
Men hvussu mansligt var hetta kvøldið í Atlantis fyri viku síðan?
Menn koma inn og fáa fínan pinnamat við salati, so vit ikki dálka okkum fingrarnar.
Tíbetur er eisini akvavitt, so vit menn kunnu gloyma tað diddiliga við pinnamatinum við grøna salatinum.
So kemur upplýsingin og undirvísingin.
Menn skulu læra at vera rættir menn. Og har er valdmikli persónurin, sum skal læra menninar.
Har stendur hon!
Elin í Stórustovu. Ársins kvinna, vald av feministum og reyðsokkum í damublaðnum Kvinna.
Hon skal – saman við øðrum kvinnum – læra menn at finna vegin til Venus.
Og nú spyrji eg: Spurdi John Wayne nakrantíð um veg í Arizona oyðimørkini!?
Tað eru nevniliga bara tvey ting, sum eru meira irriterandi enn at spyrja um veg, og annað er at fáa at vita frá eini kvinnu, hvar vegurin er.
Og nú vit eru hjá kovboyunum. Hvat í verðini ger føroyska svarið uppá Hank Williams og John Wayne, Hallur Joensen, í strammari grønari troyggju og hvítum joggingskóm?
Makeover? Skal kontrikongurin kanska eisini brúka sminku?
Tíbetur koma hesar kvinnurnar eisini við elektriskum amboðum. Nú byrjar at líkjast. Men hvat? Skulu lítlir ljósareyðir vibratorar nú bjarga parlagnum? Heilt erligt, hava vit ikki útgerð sjálvir?
Hví skulu kvinnur læra menn, hvussu teir skulu vera, tá tær sjálvar fáa hysteriskt anfall, tá vit freistast at rætta uppá tær?
Sig mær, hvat hendi við javnstøðuni?
Gott nokk fingu vit akvavitt, men pinnamat?
Hitt, sum er verri, er forrestin, tá frúan partú skal broyta mannin ...