Íspunna jihaddið hjá Finni Helmsdal

Legendariski venjarin hjá United, Alex Ferguson, segði einaferð um fyrrverandi liðskiparan hjá Chelsea, Dennis Wise, at hann var skrúvaður saman á ein so mikið sjaldsaman hátt, og so illani sintur, at hann uttan at blunka hevði kunnað fingið ein bardaga í lag, í rúmi, har ongin annar logeraði, tíansheldur var í námind, enn hann sjálvur. Hesi frumevnini eru fáum mannabørnum beskorin

266b-riddarin, Finnur Helmsdal, er rættiliga farin í sjálvsving, síðani gjeikaraparadan var í Havn seinasta leygardag. Hann tosaði fyri rættindunum hjá teimum samkyndu, og tíanbetur gevur demokratiska skipanin honum hendan rættin. Hann ætlar tó ikki at gera royndina at leggja uppskot um hetta fram á ting, um skrásett parlag, og argumentatiónin er, at hann óttast fyri, at Bill og Jenis fara at spæla sær við málinum. Um so var, hevði tað annars eisini verið teirra fólkaræðisligi rættur.

Táið Finnur og Annita løgdu 266b-greinina fram á fyrsta sinni, vistu øll, at málið ikki fór at vera samtykt. Samsvarandi rationalinum í grundgevingunum hava uppskotsstillararnir eftir øllum at døma hildið, at tað vóru í so fáar leikur í spælikamarinum hjá miðverjunum báðum í føroyskum politikki. Øvut argumentatión í at kalla sama máli, og Bill og Jenis vóru longu tá tvey politisk uppfinnilsir, sum vóru á hermótinum. Í broddi fylkingar.

Málið um skrásett parlag er ikki eitt politiskt mál í løtuni. Orsøkin er hin einfalda, at onki uppskot liggur í skipanini, sum kann viðgerast. Pseudoviðgerðin á Vaglinum gjørdist tó eitt mál í fjølmiðlunum, har íspinnarin svarar øllum spurningum sjálvur, men niðurstøðan í higartil kendu endafasuni gjørdist tó, at hann einki ætlar sær at gera við málið sjálvur. Hann bíðar treystur eftir at Jacob Vestergaard skal hóva hendan mannarættindaspurningin innar í parlamentið, manninum, sum umboðar ein flokk, ið nærum einmæltur atkvøddi ímóti ískoytinum til antidiskriminatiónsgreinina. Eitt vælhugsað politiskt perpetuum mobile, ið ivaleyst fer at hespa nakað væl uppá teljaran táið avtornar.

Sjálvsvingið endaði fyribils í útvarpinum mikukvøldið, táið Helmsdal segði sínum landsmonnum, hvørjir fíggindar hansara vóru í hesum grima leiki. Sektirnar í Føroyum. Vinirnir funnust í umheiminum, uttanvert landoddarnar. Orðarætt endurgivið: ”Hetta er ikki nakað sum sektirnar í Føroyum skulu stýra. Hetta er nakað sum umheimurin stýrir í veruleikanum.”

Hetta luktar av tyranniskari hugsan. Av frælsisskerjan. Tað hongur ein ófrættakendur ráki uppi við hesi útsøgnini, sum vit bara kenna frá fascistiskum terrorregimum og frá teimum, sum misbrúktu marxistisku læruna í kommunistiskari valdstøku fyri egnan vinning. Frælsi hjá individum at savnast um felags áhugamál, alternativar hugsanir og trúgv var skert við lóg. Og lógin strikt handhevað av knæsettu uniformeraðu statsterrorismuni.

Finnur Helmsdal hevur íspunnið sær ein fígginda. Ein fiktivan fígginda. Eitt trick, sum hevur lynt væl hjá mongum politiskum strugglara i heimssøguni. Trupulleikin í hesum førinum er bara, at kristnu samkomurnar í Føroyum ikki eru ítøkiligir aktørar á politiska vígvøllinum. Har sum formellu avgerðirnar skulu takast. Hesi fólkini hava ongan annan rætt enn øll vit onnur, rættin at velja táið demokratisku valini eru. Hvussu tey annars geberda sær sum lobby ímillum valini er teirra søk og teirra fulli rættur. Álvaratos, táið eg havi sitið í kirkjuskipum sunnudag eftir sunnudag er tað ongantíð runnið mær til hugs, at eg nú, møguliga, var partur av einum valdsmaskinaríi, sum skuldi taka avgerðirnar fyri demokratiskt valdu umboðini á Føroya Løgtingi. Prossessin ta løtuna fer fram í rúmi, har bara tveir aktørar eru heimastaddir. Rákið stendur harímillum og dregur inneftir.

Ætlar løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal sær í víggj við kristnu samkomurnar í Føroyum, tá átti hann at sagt føroyingum, hvønn hann umboðar í hesi ætlan. Og um nakar skuldi ivast, so umboðar hann ikki politiska næstformannin í Tjóðveldisflokkinum - í hesi merkiligu, ódemokratisku og lítið skilagóðu herferð. Og er flokkurin tann, sum eg helt hann vera, so er hann heldur ikki lunni undir hesum bardaga ímóti vindmyllunum, sum ikki eru har. Apropos Don Quijote.

Ætlar umdømisvaldi tingmaðurin framhaldandi at lata hina skirvisligu Rosinante rótgnaga sama beitið, tá átti hann saman við sínum háttvirdu stuðlum í umheiminum at lagt uppskot um skrásett parlag fram á ting. Tað er har málið hoyrir heima og skal avgerast. Tað er ikki vist, at hann er so einsamallur sum hann letst. Heldur ikki í Føroyum. Og tað er nú einaferð hugaligari at vera í felag heldur enn at arrangera slagsmál við seg sjálvan í lokaðum rúmi. Soleiðis sum Sir Alex róði framundir, at núverandi Leeds-venjarin skuldi vera ein meistari í. Eitt slag av psykodeliskari skuggaboksing. Í einum jihaddi, har ongin botnur sæst á ekkoloddinum.