Ráðleggingarleiðarin á lýsingafyritøkuni Sendistovan heldur ikki, at teir veruligu spunasmiðirnir eru komnir upp í føroyskan politikk enn Politisku flokkarnir og valevnini leita sær dúgliga ráð frá lýsingafyritøkum í sambandi við løgtingsvali. Serkøn fólk framleiða faldarar, plakatir, útvarpslýsingar, blaðlýsingar og annað fyri valevnini.
Ein av teimum lýsingafyritøkunum, sum hevur havt úr at gera í sambandi við løgtingsvalið, er Sendistovan, og har royna fólk við skili fyri marknaðarføring at skera tann politiska boðskapin til, so at møguleikin er størri fyri, at fólk taka ímóti honum.
- Vit royna at finna fram til kjarnuna í boðskapinum hjá flokkum, og so royna vit at snøgga boðskapin til, so at hann er greiður, tá ið hann kemur út til fólk, sigur Sissal Kristiansen, sum er ráðleggingarleiðari á Sendistovuni.
- Teir veruligu spindoktarnir eru ikki komnir upp í føroyskan politikk enn, men eg haldi sjálv, at vanlig fólk hava eina góða fatan av, hvat riggar og ikki riggar við einum politiskum boðskapi, sigur hon.