Beinta Løwe Jacobsen
Fjølmiðlar og politikkur hava onkursvegna altíð havt ávirkan á hvørt annað, og verið tengd at hvør øðrum.
Amerikanski forsetin Franklin D. Roosevelt hevði ein fastan tátt í amerikonskum útvarpi, har hann sat frammafyri eldstaðin og greiddi amerikonsku borgarunum frá støðuni í landinum og um politikkin hjá stjórnini í tredvinum. Hetta vóru millum best umtóktu útvarpssendingarar í USA tá í tíðini.
Seinni var tað enn ein amerikanskur forseti, ið nýtti miðlarnar at vinna sær atkvøður og tekki. Tað var tann ungi John F. Kennedy, ið tók seg væl út á skíggjanum. At byrja við var tætt millum Kennedy og mótvalevni hansara Richard Nixon, men tað endaði við einum sigri til Kennedy, ikki minst orsakað av sjónvarpssendingunum teir luttóku í. Tad var serstakliga tann fyrsta sendingin, ið gjørdi munin. Kennedy tókist at vera væl fyri, róligur og vælskorin fyri tungubandi. Nixon hin vegin, tóktist at vera ófyrireikaður og hevði heldur ikki somu fangandi útsjónd sum Kennedy.
Spunasmiðir
Flestu politikarar og flokkar hava altíð, í størri ella minni mun, havt fjølmiðlaráðgevarar, røðuskrivarar og líknandi. Hesi hava sum oftast verið handan tjøldini og havt ein fjaldan leiklut. Men í dag eru tey framstandandi, og hava stóra ávirkan á tað, ið kemur fram í fjølmiðlunum og á tað, ið kemur frá politikarunum. Á fremmandamáli verða tey rópt spin-doctors, ella spunasmiðir. Orðið spin-doctor varð fyrstu ferð skrásett í 1984 og merkir "ein persónur, ið skal syrgja fyri at onnur tulka eina hending frá einum serligum sjónarhorni". Spunasmiðirnir kunnu kallast nýggju dukkuførararnir í okkara tíð. Teir hála í trægrirnar, og spinna netid fyri fjølmiðlar og politikarar. Teirra høvudsuppgáva er at fáa politkararnar at taka seg væl út, at duga at málbera seg og at syrgja fyri at fáa positiva umrøðu í fjølmiðlunum. At syrgja fyri at fjølmiðlarnir vera fóðraðir vid søgum, so teir ikki fara at leita sjálvir. Og at syrgja fyri at keðilgar søgur helst ikki koma út, og um tær gera tað, at fáa avleiðingarnar av teimun at vera minst møguligar.
Fjølmiðlar og spunasmiðir brúka og misbrúka hvør annan fyri at fáa positiva umrøðu av sær og sínum, og negativa umrøðu av mótstøðufólkunum, og fyri at fáa eina góða søgu.
Og ein fyrimunur hjá spunasmiðum er, at kappingin er so hørð millum fjølmiðlarnir. Fyri fjølmiðlarnar er tað ofta alt avgerandi at verða fyrst við einari søgu, og tí lata teir seg misbrúka.
Ofta er sambandi millum spunasmiðir og fjølmiðlar rættuliga gott. Oftani eru spunasmiðir fyrrverandi journalistar á miðlum, og hava tí tætt og gott samband við hesi, og vita hvussu hesi arbeiða og hvørjar søgur tey vilja hava.
Blair og spunasmidurin
Fjølmiðlarádðgevarar og spunasmiðir eru ikki nakað nýtt fyribrygdi í politikki. Men tey eru vorðin meir sjónlig, ikki minst orsakað av Labour og Tony Blair í Bretlandi. Tony Blair uppfann ikki spunasmiðin, men hann dugdi at brúka teir, og sá fyrimunirnar við teimun, og millum annað soleiðis kom hann fram at valdinum í Bretlandi, og situr har á sjeynda ári.
Fyrrverandi spunasmiðurin hjá Blair Alastair Campbell er eisini tann kendasti, og verður ofta mettur at vera tann fyrsti av tí slagnum vit kenna í dag.
Tá Tony Blair slapp inn um dyrnar í Downing Street 10 visti hann, at fjølmiðlarnir høvdu ávirkan, og at tað er týdningarmikið at hava gott samband vid teir, og at vera væl við tíðindafólk og fjølmiðlar. Saman við Alastair Campbell stýrdu Blair fjølmiðlunum við harðari hond. Útvald tíðindafólk fingu samrøður og upplýsingar, og Tony Blair fekk positiva umrødðu, og styrkti um støðu sína.
Campbell varð mettur at vera kongurin innan sítt fak. Hann var spunasmiður hjá Blair í níggju ár, men hann var eisini kallaður Prince of Darkness, tí hann arbeiddi í loyndum. Hann var skýrdur fyri at gera politikarar og fjølmiðlar til marionettdukkur í einum sjónleiki, har Campbell sjálvur var leikstjóri.
Hann hjálpti Blair at vinna valdi, men endadð sjálvur við at gerast ein góða søga fyri fjølmiðlarnar, og tað er ikki ætlanin við einum spunasmiði. Campbell fekk tann trupulleika, at tá ið hann segði nakað, varð tad ikki mett sum politikkur, men sum spinnarí.
Campbell hevur eisini sagt við danska blaðið Berlingske Tidende, "at nú um dagarnar trýr ongin nøkrum longur"!
Hetta er eisini við at gerast trupulleikin millum politikarar, fjølmiðlar og veljarar, tí hvørjum skal man trúgva, og hvat er politikkur, hvat er sannleikin og hvat er spinnarí?
Blair sum fyrimynd
Tony Blair gjørdist ein væl lýddur og vælumtóktur politikari kring allan heim, ikki minst orsakað av spunasmiðinum Campbell. Hetta sóu politikarar aðrastaðni, og Labour gjørdist fyrimyndin, tá eitt val skuldi vinnast.
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen legði seg tætt uppat Blair og Labour í valstríðinum í 1998, og núverandi danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen og flokkur hansara Venstre høvdu eisini Blair og Labour sum fyrimynd, tá tey vunnu valið í 2001. Eins og Blair var myndin uppá Labour, so gjørdist Fogh myndin av Venstre.
Tann kendasti spunasmiðurin í Danmark er Henrik Qvortrup, ið arbeiddi fyri Anders Fogh Rasmussen, og hann hevur sagt vid danska blaðið Information:
"Ein spunasmiður skal royna at fáa menniskja handa politikaran fram. Arbeiðið hjá mær var at fáa sannført vanlig fólk um, at tað er eitt menniskja handan persónin við stingandi eygununum - Anders Fogh", hevur Qvortrup sagt við blaðið um tíðina, tá ið hann arbeiddi fyri Vinstra. Í dag er Qvortrup redaktørur á Se og Hør, og stýrir blaðnum við harðari hond.
Kríggj og spunasmiðir
Eisini í vápnaðum stríðum verða spunasmiðir nýttir, tí tað er serstakliga í kríggi at tað er týdinngarmikið at duga at takla miðlarnar, eisini tá ið mistøk henda. Tá ið NATO av misgáum bumbaði nøkur sivil fólk í Kosovo krígnum nýtti talsmaðurin hjá NATO orðið "collateral damage" ella óhepnar avleiðingar. Og tá í kríggið í Irak brast á, syrgdi amerikanska stjórnin fyri einum fjølmiðlasentri við hátøkni, og við grafikki á stórskíggja, so flogfør og annað tóku seg út sum eitt telduspæl.
Eisini vísti tað seg, at søgan um herkvinnuna Jessicu Lynch, sum amerikanskir hermenn høvdu bjargað frá irakum ikki var heilt sonn. Lynch varð ikki álopin, hon hevdi verið fyri einum ferdsluóhappi, og var endað á sjúkrahúsi. Søgan var íspunnin!
Og tad var júst stríðið í Irak, id gjørdi at Alastair Campbell varð noyddur at siga seg úr starvi. Hetta tí at BBC vildi vera við, at hann hevdi roynt at prýtt um frágreidininga um Irak-kríggið.
Men longu tá var tað farið ov vítt vid politiskum spunasmiðum í Bretlandi.
Gølan
Tí tad, sum gjørdi at bretar av álvara mistu álitið á tíðindnum, ið komu frá Blair-stjórnini, var ein hending, ið kom fram í samband vid álopið á USA 11 september 2001. Stóra søgan henda dagin í fjølmiðlum kring heim var sjálvandi álopið á USA. Og tað visti spunasmiðurin hjá enska ferðslumálarádnum Jo Moore eisini. Hon sendi tí ein teldupost út til hini ráðini og segdi, at 11. september var ein góður dagur at jarða keðiligar søgur. Fjølmiðlarinir fingu fatur á teldupostinum, og so var alt á gosi. Seinni var sami framferðarháttur nýttur, tá mamma ensku drottningina fór til jarðar, og tá var tolið uppi hjá bretum. Avleiðingin av hesum var, at bæði Moore og ferðslumálaráðharrin Stephen Buyers fóru frá.
Sæð út frá einum journalistiskum sjónarhorni, so hevði Jo Moore rætt, tí 11. september var ein góður dagur at almannakunngera keðiligar søgur, tí tey mundu vera fá, ið hugsaðu um annað, enn álopini á USA. Hugsa vit moralskt er støðan sjálvandi ein onnur.
Men í øllum førum hevði henda gøla keðilga ávirkan á trúvirðið hjá Blair stjórnini.
Heftir serfrøðingar
Hyggja vit eftir kjakinum í samband við amerikanska forsetavalið, síggja vit eisini at alt verdur stýrt av spunasmiðum, fjølmiðlarádgevum og sokallaðum "serfrøðingum", id gera viðmerkingar til kjakið millum Bush og Kerry. Trupulleikin við hesum "serfrøðingunum" er bara, at teir eru knýttir at hvør sínum valevni, og at tað hjá teimun ræður um at vera fyrstur við viðmerkingunum. Tí er tað ikki altíð eftirfarandi, tá hesir "serfrøðingar" siga at Bush kláraði seg betur enn Kerry ella øvugt. Tí ofta eru teir "keyptir" av øðrum partinum, og tá er ikki ringt at vera "serfrøðingur".
Í Danmark eru eisini dømi um "serfrøðingar", idð eru knýttir at flokkum, ella persónum í ávísum flokkum. Eitt dømi er Ralf Pittelkow, id verður nógv nýttur sum politiskur "serfrøðingur". Kona hansara er fyrrverandi danskur ráðharri og fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin!
Eisini í Føroyum kunnu vera trupulleikar við serfrøðingum, um hesi hava verið uppstillað fyri ávísan flokk, ella hava ov tætt samband vid persónar í ávísum flokkum. Spurningurin er bara, um vit kunnu sleppa undan hesum í einum so lítlum samfelag sum okkara, ella um vit bara verða noydd at hava álit á, at "serfrøðingarnir" halda seg til at vera serfrøðingar uttan at lata persónligu hugsan sína koma fram.
Politikarar og fjølmidlar
Tað er ongin ivi um, at tað er ein fyrmunur at vera eitt kent andlit í fjølmiðlunum, um tú ætlar tær at gerast politikari.
Ì USA hava tey Arnold Schwarzenegger, og tey hava havt Ronald Reagan. Tveir politikarar, ið hava verið sjónleikarar, og nógv frammi í fjølmiðlunum, áðrenn teir fóru upp í politikk.
Ì Danmark er Connie Hedegaard júst vordin Umhvørvismálaráðharri. Hon er kend sum studiovertur á tíðindunum hjá DR, og síðan hon gjørdist ráðharri hevur Konservativi Fólkaflokkurin havt stóra framgongd í veljarakanningunum. Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Uffe Elleman Jensen byrjaði eisini sum journalistur og studiovertur, áðrenn hann fór inn í politikk.
Her heima hava vit eisini fleiri dømi um fólk, sum eru kend úr miðlunum, ið eru farin inn í lands- og lokalpolitikk.
Hesi fólk hava øll tað til felags, at tey vita hvat miðlarnir vilja hava, og tey duga at geva miðlunum tær góðu søgurnar um seg sjálva, og tí kunnu tey vera spunasmiðir fyri seg sjálvan.
Støðan í Føroyum
Enn hava vit ikki fingið beinleiðis spunasmiðir í Føroyum, men flestu flokkar hava fingið ein floksskrivara, ið syrgir fyri at fjølmiðlar fáa røður, fyrispurningar og uppskot frá teirra landsstýris- og løgtingsfólkum sendandi. Vit hava eisini sæð, at føroyskir politikarar hava nýtt serkønar fjølmiðlaráðgevarar til at skriva tíðindaskriv, fyri at fáa sín boðskap so greitt fram sum gjørligt.
Løgmannskrivstovan arbeiðir í løtuni eisini við at fáa sett ein fjølmiðlaráðgeva. Spurningurin er tí, um vit í Føroyum í framtíðini kunnu vænta, at spunasmiðir standa aftan fyri føroysku politikararnar, og royna at stýra tíðindindaflutninginum hjá føroysku fjølmiðlunum? Onkur heldur óivað at hetta longu ger seg galdandi.
Keldur:
Information
Berlingske Tidende
Politiken
Spindoktor - Klaus Kjøller
Amerikanske præsidenter - Frank Esman