Spunadoktarar og kunningarráðgevi

TinghelluviÐmerkingin
Jóannes Eidesgaard, løgmaður
(Lesið eisini Tinghelluna inni í Vikuskiftinum)

Seinastu árini hevur nógv verið tosað um politiskir spunadoktarar í londunum uttanum okkum - serliga í Danmark og Bretlandi. Og nógv hevur eisini verið gitt um hesi størv ? at tey fevna um okkurt loyndarfult ella óetiskt.
Í Danmark eru nú reglur um at seta politisk embætisfólk. Hesi eru ofta tey, ið taka sær av kunningarvirkseminum. Politisk embætisfólk verða útnevnd pol-itiskt og fara úr starvi, tá politiska leiðslan fer frá.
Í Íslandi, har reglur um miðfyrisiting eru ásettar í lóg, hevur ráðharri heimild at seta í starv ráðgeva, sum fer úr starvi, tá ráðharrin fer.
Slík størv eru ikki vanligur partur av fyrisitingini, og tey kunnu ikki geva embætisfólkum boð. Formliga verða hesi størv ikki kallað spunadoktarar. Men orðið spunadoktari verður ofta nýtt um tey, serliga tá okkurt minni gott verður borið fram.
Kunningarráðgevin, ið skal setast í næstum, verður settur sum partur av fyrisitingini í Løgmansskrivstovuni. Starvið verður sett undir vanligum treytum, tó tíðaravmarkað, og viðkomandi skal halda seg til innanhýsis reglur og virðisgrundalagnum hjá stovnin-um.
Partur av virðisgrundarlagnum hjá Løgmansskrivstovuni er at starvsfólkið skal røkja uppgávurnar flokspolitiskt óheft, men við politiskum tevi og við atliti at fólkaræðisligum meginreglum.
Tað er stórur munur í millum arbeiðsuppgávurnr hjá einum politiskum ráðgeva og kunningarráðgevanum, sum verður settur á LMS.Kunningarráðgevin skal í høvuðsheitum taka sær av kunningarvirksemi hjá landsstýrinum. Hetta fevnir m.a. um at leggja til rættis kunning frá Løgmansskrivstovuni, vegleiða og/ella leggja til rættis kunning frá stjórnaráðun-um, hava samband við fjølmiðlar og evna til uppskot til politikk og virkisætlan fyri almenna kunning bæði í Føroyum og út í heim. Viðkomandi skal eisini taka sær av ávísum ritarauppgávum so sum at útvega løgmanni áleikandi og viðkomandi tíðindi, ritstjørna røður og annað skrivligt tilfar og vera við til at fyrireika og samskipa vitjanir. Harumframt kunnu ávísar fyrisitingarligar uppgávur verða lagdar til kunningarráðgevan at avgreiða. Skipanarliga verður kunningarráðgevin partur av Ritaraeindini.