SMS-atkvøðugreiðslan um Sprundið 2007 er liðug og leygarkvøldið verður vinnarin almannakunngjørdur í Eclipse. Hóast SMS-atkvøðugreiðslan er av, ber til at gera sína seinastu ávirkan galdandi leygarkvøldið. Við dyrnar vera atkvøðuseðlar, har gestirnir kunnu seta kross á tað sprund, teir ynskja skal vinna.
Enn er ikki avgjørt júst, hvussu nógv hendan seinasta atkvøðugreiðsla skal telja í endaligu samanteljingini, men meira verður at frætta um kappingina og leygarkvøldið seinni í vikuni.