Sprotin fyri vaksin

Sprotin stovnar bókaklubba fyri vaksin. M.a. týðingar, sum lisnar eru í útvarpinum, verða útgivnar

Forlagið Sprotin hevur fingið innivist í Bókaklubbatíðindum at siga frá nýggjum spennandi tiltaki.. Sprotin er virkið forlag og ætlanir eru nú um at stovna bókaklubba fyri vaksin.

Sprotin lýsir við 10 bókum, sum er á veg og nakrir av høvundunum eru Sandemose, Hoel, Lagerlöf og Tolstoj. Týðingar, sum Hans Thomsen, Finnbogi Ísakson og onnur hava gjørt, og sum lisnar eru í útvarpinum, verða útgivnar.

Ein kann melda seg til á Bókamiðsøluni á Hoyvíksvegnum, um ein hevur áhuga í at gerast limur.