Í minsta lagi 110 fólk doyðu, tá ein bumba brast í dag við eina bensinstøð í býnum Air Issa, sum er í landnyrðingspartinum av Sýrialandi. Tað sigur sýriski mannarættindafelagsskapurin.
Í dag ljóðaði, at nógv fólk høvdu latið lív, tá sýriski stjórnarherurin søkti at einum býarparti í høvuðsstaðnum Damaskus, har uppreistrarmenn hava víðgirt seg.
Sambært teimum seinastu upplýsingunum hava meiri enn 21.000 sivilfólk og 8.000 hermenn hjá báðum pørtum latið lív í Sýrialandi, síðani uppreisturin ímóti Bashar al-Assad, forseta byrjaði í mars í fjør.