Sprongdi ljóðhinnuna av ógvusligari eksplosión

–Tað er eitt øgiligt sjokk bæði kroppsliga og sálarliga, tí hoyrnina sært tú ikki, men tær tørvar hana, og ert tú dulur, fært tú ikki fyglt við, sigur Tróndur Enni

Kvøldið fyri gamlaárskvøld var tónleikarin Tróndur Enni av Tvøroyri á veg út í Klubban at gera ljóðroynd, tí hann skuldi spæla til dans har gamlaárskvøld. Hann avgerð tá at royna eina av rakettunum, sum hann hevði keypt til nýggjárið. Hann fer omanum húsini, tí hann vildi ikki festa í rakettina á vegnum.  Hetta var ein av rakett í einum sokallaðum juniorpakka, ið er ætlaður til ungdóm. Rakettin, sum hevur skap av einum grísi, sær spennandi, stuttlig og óskyldig út, greiðir hann frá.

 

 

– Eg festi í rakettina, og flyti meg burtur frá henni, men onki hendir. Eg fari tá aftur til rakettina, og skal festa í aftur, tá rakettin eksploderar og fer í 1000 stykkir. Tað var ein ræðuligur larmur á umleið 140 desibel. Eg verði slongdur afturav og missi við tað sama bæði sjónina og hoyrnina og fekk skaða á hondina. Eg síggi kortini okkurt ljós hinumegin vegin og klári at finna heim, sigur Tróndur Enni um hendingina.

 

 

–140 desibel er ómetaliga hart. Tá eyguni og hoyrnin lukka niður, veit man, at talan er um eina kraftiga eksplosión, staðfestir hann. 

 

 

­– Júst tá tað hendi, føldi eg onki, og eg trúði, at eg hevði mist hondina og vorðin blindur, leggur hann afturat.

 

 

Les eisini: Kundi mist hondina tá rakett eksploderaði nýggjársaftan

 

 

Systur Trónd er heima, og hon koyrir hann á Suðuroyar sjúkrahús, har staðfest verður, at  størsti skaðin er í oyrunum.

 

 

– Læknin hyggur í oyrini og sigur, at onnur ljóðhinnan er reyð, og at eg havi sprongt hina ljóðhinnuna, og tað var blóð rundanum, sigur hann.

 

 

–Tað er eitt øgiligt sjokk bæði kroppsliga og sálarliga, tí hoyrnina sært tú ikki, men tær tørvar hana, og ert tú dulur, fært tú ikki fyglt við. Man hevur ofta lyndi til at flenna at tí at missa hoyrnina, og tað er  kanska tí, at man ikki sær tað. Missur man eitt bein, er tað onki at flenna at, sigur Tróndur Enni.

 

 

Eisini hevur Tróndur sterkt tinnitus í oyranum, og hann sigur, at tað ljóðar júst sum tá eitt tok bremsar. Óvist er, um hann tinitussið verður betri, ella um hann má liva við tí restina av lívinum.

 

 

– Tað ljóðar sum jarn ímóti jarni, staðfestir hann.

 

 

Tróndur var hjá oyralækna í vikuni, og hann sigur, at hann hevur verið sera heppin, tí holdið í hoyranum er við at grøða aftur. Hann er nú sjúkrameldaður í tvær vikur, og hann hevur fingið boð um at hvíla oyrað, og at halda seg frá larmi. Hann hoyrir ikki tær høgu bylgjurnar, og enn veit hann ikki, um tað nakrantíð verður heilt frískt.

 

 

Enn veit Tróndur ikki, um skaðin fer at ávirka lívsleið hansara sum tónleikari, men hann følir longu stór framstig, og hann vónar inniliga, at hann kemur fyri seg aftur.

 

 

–Man skal  veruliga ansa sær við fýrverki. Pakkarnir eru kraftigir, og desibellini eru hørð av eini spreinging, sigur hann til endans.

 

 

Les eisini: Misti hondina av fýrverki sum 13 ára gamalur