STADIGVEKK (málspilla nummar 1!?): Stadigvekk man vera ein tann herviligasta málspillan í føroyskum máli! Eisini forhopentliga, men hon hoyrist kanska ikki so ofta!
Stadigvekk, hetta margháttliga orðið, hoyrist hvønn einasta dag, bæði í Útvørpunum og í dagligari talu millum manna.
Næstan øll siga stadigvekk: Løgmaður, landsstýrismaður, løgtingsmaður, lærari, løgfrøðingur, løgreglumaður, lækni, listarmaður, ja, leikur og lærdur!
Løgið, at so nógv lata sær lynda, at okkara leikandi lætta móðurmál verður lamløstað við slíkum lættisoppakendum láglandsorðum!?
STADIGVEKK: Framvegis, enn, alsamt, við sama lag!
FORHOPENTLIGA: Vónandi, stutt og greitt!









