Sprokforvirringir

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Kjak, kegl, var enn eina ferð herfyri um málbrúkið í Kringvarpinum.

Skulu tey, sum lesa tíðindini, sleppa at tosa sítt egna mál, sum er føroyskt, tosa sítt bygdarmál? Hvalbiarmál er líka føroyskt sum Havnarmál ella Klaksvíksmál.

Ella skulu øll lesa og spyrja á ríkismálinum, sum jú er danskt?

Tvætl. Óneyðugt kegl. Allir føroyingar skilja øll føroysk málbrigdi. Tey, sum siga seg ikki gera tað, gera seg upp. Her krevjast ongar broytingar. Lat vera sum er.

Ein dialekt varð tó ongantíð nevnd, sportsdialektin, ítróttarmálið.

Tað málbrigdið er vert at steðga á við eina løtu, taka eitt timeout. Allir føroyingar skilja, sum júst nú staðfest, øll føroysk málbrigdi. Allir føroyingar skilja danskt.

Men eg ivist í, at allir føroyingar skilja ítróttarmálið.

Tá til dømis eitt lið er flúgvandi, er ikki endiliga talan um eitt flogbóltslið. Ella eitt lið, sum er á veg av landinum í flogfari. Eitt fótbóltslið til dømis kann vera flúgvandi. Éisini telvarar flúgva, tá væl stendur til og rætt er flutt, og luftin tikin úr mótleikaranum.

Fáa teir einki at eta, neyðars menn, spurdi ein gomul kona. Hon hevði nakrar ferðir hoyrt í radiolurtinum, at fótbóltsspælarar vóru svangir, tá teir skuldu í eldin í enn einum oddabraki.

Nógvir útlendingar eru í føroyskum handbólti. Tí eru nøkur lið farin at spæla indianarabólt

Og so allir hasir bóltarnir. Adidas vann kappingina um bóltin til seinastu heimsmeistarakapping í fótbólti, tí eingin annar kláraði at gera ein rundan bólt, sum ikki var til rundbólt. Hinir bóltarnir vóru antin ov langir, ov høgir ella diagonalir.

Tey, sum vita alt grundleggjandi, sum vert er at vita um fótbólt, og tað er ikki so lítið, vita sjálvandi, at tann, sum vinnur ein dyst, fær trý stig fyri tað - á kontuna, eitur tað vist. Men viðhvørt verður tosað um seksstiga, ella seksstigs dystir, fyri ikki at svíkja ítróttarforvirringin um eintal og fleirtal.

Lítil, ja, eingin munur er á eintali og fleirtali á ítróttarmálinum.

EB/Streymur eitur ikki so, men EB/Streymar, tí EB/ Streymsverjan eitur EB/Streymaverjan, EB/Streymsliðið er EB/Streymaliðið, teir eru jú 11 í senn.

Kyndilsmenn eru Kyndlamenn og Kyndilskvinnur er Kyndlakvinnur.

Víkingsálopið er Víkingaálopið ella bara Gíálopið, tá heilt væl stendur til.

Eingin hugsar um mál, tá mál er skorað.

Men sportsdialektin hevur sjálvandi sama rætt sum øll onnur málbrigdi á málstrikuni.

Tí føroyskt er við at gerast eitt rættiliga monotont mál. Tí er harðliga brúk fyri øllum, sum kann peppa málið upp, meðan bendingar hvørva, og eintal er fleirtal og øvugt, sum best ber til eftir behag.

Yvirskipaða málið hjá føroyska málinum er vónandi at hava málið livandi. Og málið er livandi, tí hvør hevur sítt mál.

Tað ræður ikki um á hvørjum bygdarmáli tíðindini eru, men um tíðindini eru verd at lurta eftir. Og tað er eitt heilt annað og nógv størri mál, sum ikki hevur so stóran áhuga sum oy fyri ei.

Kanska er setursføroyskt bara eitt málbrigdi, ein dialekt, eitt bygdarmál.

Lollipop er ein sleikisneis. Ein spritubiti er ikki ein sleikisneis, ikki soleiðis at skilja, men pinnamatur.

Og tá stjórnarskipanin kemur um hálva aðru øld ella so, verður hon í trimum útgávum, minst:

Vit, fólkið í Føroyum....

Okur, fólkið í Føroyum....

Vitttttt, fólkið í Føroyum....