Sprittið eggini

Nú páskirnar eru í hondum, fara nógv óivað at pynta og mála páskaregg. Havast skal tó í huga, at ikki er nóg mikið at skálda eggini fyri at sleppa undan vandanum fyri salmonella-smittu

Elin Neshamar,
praktikantur
Fyri at sleppa undan salmonella-smittu, er ikki nóg mikið, um tú skáldar eggini, tí hetta drepur ikki bakteriurnar, sum eru inni í egginum. Tá ið tú skáldar eggið, gerst eggjahvítin inni í egginum stívur, og er hetta tí ikki nøkur loysn, tá ið tú ætlar at blása egg.
Sóttreinsa við spritti
Salmonella kann bæði vera á skalinum, og eisini inni í egginum. Danska Fødevarestyrelsen mælir tí til at sóttreinsa eggini við spritti. Síðani kanst tú stinga hol á skalið og eggjareyðan við einari langari nál, so eggjahvíti og reyði renna út av sær sjálvum. Best er, um tú ikki blæsir eggið út við munninum. So er vandin fyri at verða smittaður minstur.
Køksráð um egg:
· Goym altíð egg og rættir, sum innihalda egg, í kuldaskápi. Eisini um rætturin er gjørdur úr pasteuriseraðum eggum.
· Halt eyga við haldførisdagfestingini. Nýt einans nýggj egg, ið ikki hava sprekkur.
· Nýt pasteuriserað egg til rættir, ið ikki skulu hitast, t.d. blakstamp, fromagu, moussé, rákrem, hjalskøku og ostalagkøku.
· Til rættir, ið verða væl gjøgnumhitaðir, er eingin trupulleiki at nýta vanlig egg, sum t.d. til fars, køkur og gratin.
· Vaska hendurnar, hvørja ferð nomið verður við egg. Ansa eftir, ikki at missa egg niður á køksborðið, og koyr altíð skalið beinleiðis í ruskílatið.
Sera umráðandi er at hava í huga, at tú vaskar hendur, tá ið tú hevur fingist við egg. So førir tú ikki bakteriur víðari til aðrar matvørur.
Kelda: Fødevarestyrelsen