Tað er helst fáur, ið kann minnast skipið Thorshavn við spriti í gronini, men sambært orginalu tekningunum og teimum skjølum, sum fylgdu við, tá suðuroyingar keyptu skipið frá Ríkisumboðnum, bendir alt á, at skipið upprunaliga hevur havt sprit.
Jóannes Eidesgaard, sum er ein av monnunum aftan fyri Thorshavn-verkætlanina, sigur, at Thorshavn á tekningunum hevur fulla seglføring.
- Eyðkent fyri seglføringina er, at talan er um sonevnd spíssegl og ikki gaffilsegl. Síðan vit keyptu skipið, hevur onkur sagt okkum, at Thorshavn upprunaliga hevði sprit, tá skipið kom til Føroya.
Jóannes sigur seg ikki minnast hetta, men hugsandi er, at spritið er avmonterað, tí manning kanska ikki hevur verið til at sigla við øllum seglunum.
- Tað var Knút Bjørk, sum hevur verið húsavørður hjá Ríkisumboðnum alt sítt lív, ið segði, at tað ikki var óhugsandi, at gamla spritið á Thorshavn var at finna í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Hann sigur, at í pakkhúsinum goymdu gomlu skipini, sum høvdu heimstað í Havn, ymiskt, og tí vendu teir sær til húsavørð hjá Tórshavnar kommunu um at kanna eftir, um gamla spritið á Thorshavn kundi liggja varðveitt í bygninginum.
- Tað vísti seg, tá húsavørðurin fór at leita, at hann fann eitt sprit ovast uppi, men niðast í bunkanum. Spritið hevði tey mát og skap, sum hugsandi var, at gamla spritið á Thorshavn hevði havt.
Jóannes Eidesgaard sigur, at teir tí fóru til Havnar og tóku spritið suður við, og tað víst seg, at tað passaði sum neglt til Thorshavn.
- Hetta er spritið, sum skipið hevði, tá tað í sínari tíð kom til Føroya. Nú hava vit pussað tað upp, hava smurt tað nógvar ferðir og hava sett tað á Thorshavn.
Hann sigur, at teir eisini hava gjørt tey stag, sum hoyra til - úr spritinum upp í mastrina og úr spritinum og niður í stevnið oman fyri vatnlinjuna.
Jóannes Eidesgaard sigur, at gamla spritið á Thorshavn helst hevur ligið í Müllers Pakkhúsi í meira enn seksti ár.
- Thorshavn er 74 ára gamal, og skipið kom til Føroya eftir krígslok í 1945, sigur hann.
Tað var Birgir W. Høgnesen, sum tók myndina av Thorshavn og spritinum, sum nú er komið afturíaftur.