Sprintarin er til reiðar

Verðið ikki bilsin, um tit seinni í kvøld hitta einum manni á Gøtusandi, sum fer tvísporandi fram við tær. Tí tað er í øllum førum líkt til, at ein av gestunum á G!-festivalinum ætlar sær at renna 100 metrar teinin seinni.

- Eg keypti mær klæðini, tá eg var á Roskilde festivalinum. Og eg metti, at høvið var at fara í tey í kvøld. Eri eg øðrvísi enn hini í dag?

- Ja, svari eg honum aftur.

- Frálíkt, so er í lagi, greiðir hann flennandi frá.