útlendskir miðlar siga seg vita rættiliga víst, at Bruce Springsteen leggur leiðina til Danmarkar. Gaffa skrivar, at miðilin í Eysturríki, WeGotIt, veit at siga, at tá Bruce Spreingsteen & The E street Band fara á fer við klassisku útgávuni The River frá 1980, so liggur leiðin til Keypmannahavnar tann 16. juli.
Men enn hevur ikki borið til at fingið hesi tíðindi váttaði av donskum konsertfyrireikarum.
Gaffa veit eisini at siga, at legendarisku rockararnir í ZZ Top koma til Danmarkar í summar. Teir spæla 13/7 á Pier2 á havnalagnum í Aarhus.
ZZ Top hava framvegisstøðufastu manningina: guitarleikaran Billy F Gibbons, bassleikaran Dusty Hill og trummuleikaran Frank Beard