Springsteen eigur at skriva tjóðsang

22 prosent av amerikanarunum halda, at skal USA hava eitt nýggjan tjóðsang ístaðin fyri "The Star-Spangled Banner", eigur rockstjørnan Bruce Springsteen at fáa uppgávuna. Tað vísir ein kanning, sum er fyri sjónvarpssendingina "60 Minutes".

Men tað er ikki bara Bruce Spreingsteen, sum fólk halda vera egnaðan til at skriva ein nýggjan tjóðsang. 19 prosent av teimum spurdu vísa á countrysongkvinnuna Dolly Parton, og 18 prosent halda, at soulstjørnan Stevie Wonder er tann besti til uppgávuna. 10 prosent vísa á Bob Dylan.

"The Star-Spangled Banner" hevur verið tann almenni amerikanski tjóðsangurin síðani 1931. Frammanundan æt tjóðsangurin "My Country `Tis Of Thee"