Springararnir sleptir

Talan var bara um tveir springarar, og teir vóru so ringir at halda til, at bátarnir góvust at reka teir.

Tað upplýsir sýslumaðurin, Karl Johansen, fyri Miðlahúsinum.

Tað var í morgun, at eygu bórust við ein lítlan bólk av springarum á Skálafjørðinum.

Orsakað av almennu koronutilmælunum er framvegis forboð fyri drepa grind, men sýslumaðurin kunnaði tá, at ætlanin var at royna nýggju mønustingararnar, ið eru serliga eru gjørdir til springarar.

Tað gjørdist kortini ikki sum ætlað, tí springararnir vóru ringir at halda til, umframt at fleiri ferðafólk savnaðust á landi, og avgerð varð tí tikin um at lata springararnar fara.

Landsstýrismaðurin hevði givið loyvi til at royna springaramønustingararnar, og eftir ætlan skuldu springararnir haldast til á sandinum á Skálafirði.