Hvalaveiða
Á fundinum hjá Heimsráði Hvalaveiðimanna, sum er í Norðurlandahúsinum í dag og í morgin, verður ivaleyst eisini gjørt nakað burtur úr spurninginum, um rætt er at drepa springarar ella ikki.
Kate Sanderson, sum starvast á Løgmansskrivstovuni, leggur dent á, at tað eru ikki bara føroyingar, sum drepa og eta springarar.
- Fleiri sløg eru av springarum, og allastaðni kring um í heiminum verður hesin
hvalur dripin og etin. Í eitt nú Taiji í Japan fer beinleiðis veiða fram eftir springarum, og í øðrum førum er hesin hvalur ein partur av hjáveiðini hjá fiski-og útróðrarmonnum.
Kate sigur seg ikki vita ítøkiliga, hvussu japanesarar gera í Taiji, men sigur seg
hava skilt, at springararnir verða riknir inn í eina bukt í landslagnum síðan stongdir inni við neti.
- Eg havi skilt, at tað er ikki altíð, at allir springararnir verða dripnir í senn, soleiðis sum vit kenna grindadrápið í Føroyum, men verða dripnir so við og við.
Hon vísir tó á, at tað ikki ókent í Føroyum at ?goyma? grindina, til líkindi eru at halda henni til.
Orsøkin til, at grindin ikki verður hildin til beinanvegin, kann vera myrkur ella streymviðurskifti, sum bíðað verður eftir.
- Jú, springarar verða dripnir og etnir aðrastaðni í heiminum í nógv størri mun, enn
føroyingar halda. Fleiri strandafólk veiða springara, og hetta er t.d. eisini kent í Suðurameriku. Tað, eg veit um, verður springarin mest nýttur av teimum, sum veiða hann og ikki sum søluvøra.
Kate Sanderson sigur, at í Danmark doyggja eisini nógvar nísur í gørnunum hjá
donskum fiski-og útróðrarmonnum, tí torført kann vera at halda teimum burtur.
- Eg veit um, at danir eta nísur, sum soleiðis doyggja í gørnunum, sigur hon.
Á vandasjógvi
Kate heldur lítið um at gera moralskan mun á springarum og øðrum hvali.
- Fara føroyingar nú at gera slíkan mun á hvalum, eru vit úti á vandasjógvi, tí
hetta samsvarar ikki við tær grundgevingar, vit hava fyri at gagnnýta hval.
Eitt annað er so tað, heldur hon, at vit eiga at lúka somu krøv til dráp og gagnnýtslu
av springarum sum av grindahvali.
- Henda veiða skal kunna forsvarast, bæði umsitingarliga og sambært djóraverndarlógini. Hvalurin skal gagnnýtast, og springarar eiga at verða dripnir líka skjótt sum grindahvalur.
Kate Sanderson sigur, at eru tað hinvegin aðrar rationellar grundir fyri at halda aftur við veiðini, eitt nú við atliti til stovnsmeting av springarum, so er tað ein annar spurningur, ið vit kunnu kjakast um.
Áhugaverd skrá
Fundurin hjá Heimsráði Hvalaveiðimanna í Norðurlandahúsinum byrjar við, at umboðini fyri ymisku londini í stuttum fara at greiða frá sínari veiði. Seinnapartin í dag verður tosað um heilsu, og her verða framløgur um dálkingarinnihald í hvali. Eisini verður greitt frá heilsugóðu sjófitini, sum ikki minst er góð fyri barnakonur.
Fríggjadagin verða tvey høvuðsevni. Fyrrapartin verður tosað um millumlandasamstarv, umsiting og vernd av stovnum. Her verður spurt, um tað er gjørligt at umsita hvalastovnin globalt ? ella, um hann eigur at verða umsitin regionalt. Seinnapartin fríggjadagin verður tosað um millumlanda handil, innflutning og útflutning. Her verður eisini tosað um, hvørt upprunafólk ikki eiga at sleppa at selja ymiskt úr beini frá strandaðum hvalum. Sum er, sleppa hesi fólk eitt nú ikki at selja hvalabein.
Kate Sanderson verður orðstýrari á fundinum fyrrapartin fríggjadagin.
- Eg vóni, at vit á fundinum hjá Heimsráði Hvalaveiðimanna fara at hoyra nógv góð innlegg, og at gevandi kjak verður um ymisku spurningarnar, sum verða frammi, sigur hon at enda.