Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur við In.fo í kvøld, at talan er um 11 springarar, sum hava lagt beinini í Hvalvík í kvøld.
- Vit skiltu, at fleiri springarar vóru sæddir syðri í fjørðinum, men tað vísti seg, at teir fóru í fleiri bólkar.
Sýslumaðurin sigur, at springararnir, sum í kvøld hava lagt beinini í Hvalvík, av sær sjálvum komu norður gjøgnum Sundalagið, og hugsandi er, at hetta er ein bólkur, sum skilti seg burtur úr syðri í fjørðinum.
- Tá springararnir komu norður ímóti her hjá okkum, løgdu einir fýra bátar fyri teir, soleiðis at teir endaðu inni á oyruni i Hvalvik.
Finnbogi Midjord sigur, at teir 11 springararnir helst verða býttir millum bátsmanningarnar og tey, sum tóku ímóti, tá teir komu inn á oyruna, har teir løgdu beinini.