Leygardagin klokkan sjey varnaðust menn nakrar springarar í Sandagerði. Men sýslumaðurin gjørdi av, at springararnir skuldu rekast út aftur:
- Tískil vórðu teir riknir út aftur. Tað hevði verið meira møði enn føði at dripið teir, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.










