Springarar norðanfyri


 

Fríggjadagin seinnapart varð ein bólkur av springarum rikin inn á Hvannasund norðanifrá. Bólkurin varð sæddur við lendingina á Viðareiði. Hetta var umleið klokkan hálvgum fýra. Tað eydnaðist tó ikki at drepa henda bólkin av springarum, hóast menn gjørdu eina roynd.

Torført var at fáa springararnar upp á land, og tí róku menn springararnar útaftur nakrar fáar tímar seinni. Talan hevur verið um einar 100 til 150 springarar.

Leygardagin doyðu átta springarar í Klaksvík. Teir vórðu býttir millum tey luttakandi, og av tí at talið av springarum var so lítið, kom sýslumaðurin ikki upp í leikin.