Springarar í Nólsoyarfirði

Mikudagin stutt fyri middag hildu fólk seg síggja grind í Nólsoyarfirði. Talan var tó bert um springarar. Hetta var ein lítil flokkur av springarum, sum menn hildu vera grind at byrja við. Sýslumaðurin gav tó boð um at lata springararnar sleppa.
Fleiri bátar hildu leiðina úr Havn og út ímóti flokkinum, sum var staddur uppi við Hoyvíkshólm. Men tá tað gjørdist teimum greitt, at talan bara var um ein lítlan flokk av springarum, vendu flestu teirra við aftur.