Springarar lagt beinini í Hvalvík

Í kvøld hava nakrir springarar lagt beinini í Hvalvík.

Nakrir springarar hava í kvøld lagt beinini í Hvalvík. Tað var fyrr í kvøld, at boð komu um, at ein stórur bólkur av springarum var sæddur suðuri í fjørðinum.

 

Sum skilst, eydnaðist ikki at halda bólkinum samlaðum, men tað eydnaðist monnum at reka tann eina bólkin norður gjøgnum Sundalagið og norður á Hvalvík.

 

Sagt verður úr Hvalvík í kvøld, at talan er um einar 10-11 springarar, sum hava lagt beinini.