Umleið 20 springarar hava lagt beinini í Húsavík. Teir vórðu sæddir frá landi, tá teir í morgun vóru komnir inn í víkina. Teir fluttu seg nakað suður eftir, áðrenn avgerð varð tikin at halda teir til í Húsavík, sigur Bjarki Magnussen, grindaformaður.
- Teir eru ikki so smáir, tað eru nokkso stórir springarar, sigur grindaformaðurin.
Fýra springarar vóru aftrat, men sandoyingar lótu hesar fara, tí teir vóru farnir út um bátarnar.