- Sum oyggjabúgvar mugu og eiga vit at halda fast í rættinum at troyta havsins tilfeingi. Vit eiga ikki at lata kenslur hjá umheiminum forða hesum rættinum.
Tað sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, sum seinnapartin í dag hevur sent sínar viðmerkingar um springaradráp til miðlarnar.
- Men, tað liggur ein ovurhonds stór ábyrgd á okkum at veiða burðardygt og ábyrgdarfult! Skulu vit framhaldandi loyva veiði av springara, mugu vit kenna stovnstøddina og vita, at veiðan er burðardygg – júst sum vit gera við grindahvali.
Løgtingskvinnan visir á, at tað eisini má vera eitt ófrávíkiligt krav, at vit fylgja galdandi lógum, og at brot á hesar fáa fylgir. Hon heldur, at eingin, sum hevur sæð myndirnar frá springaradrápinum í vikuni, kann vera í iva um, at har hendu grov brot, bæði á grindalóg og djóraverndarlóg - og bæði á gomlu og nýggju lógina.
Hon heldur, at her ber ikki til bara at yppa øksl.
- Vit kunnu ikki ignorera vandan fyri handilsboykottum, geva vit heiminum ta skeivu fatan, at vit eru primitivir barbarar. Tí er so alneyðugt, at vit kunnu dokumentera, at 1) veiðan er burðardygg, 2) veiðan verður framd uttan óneyðuga djórapínslu, og 3) at brot á hetta sjálvandi verða tikin í allar størsta álvara.
Løgtingskvinnan heldur, at um vit fylgja hesum, dugir hon ikki at síggja nakra grundgeving fyri at lata vera við at veiða springarar, eins og vit veiða grind og annað havtilfeingi.
- Vit eiga at kunna troyta alt tilfeingið burðardygt, væl skipað og innan fyri tær lógir og reglur, ið vit hava sett sum karm um veiðina og um rætt okkara at liva av havsins tilfeingi! sigur Bjørt Samuelsen.