Miðlafólk tosa regluliga um agurkutíð. Tað er tíðin, tá lítið hendir í samfelagnm, sum skrivast kann um, eittnú á politiska økinum.
Og summarfrítíðin er agurkurtíð. Eisini hjá teimum, sum hava vakstrarhús ella sonevnda útistovu.
Jóannes við Ósagarð í Vági hevur fingið sær útistovu, og nú grør. Har vaksa tomatir, víndrúvur, agurkir, grønt pipar, súrepli, blommur, perur og fikur.
Jóannes býr við Ósagarð í Vági, og fedrarnir settust niður har fyri mongum árum síðani, og ættarliðini hava hildið við á sama stað.
Hóast ein skuli hildið, at har var vindhart, og at havið, saltið, ikki gjørdi tað gjørligt at fáa aldingarð á staðnum, so ber eisini garðurin boð um, at væl ber til at fáa trø og blómur at vaksa í garðinum. T.d. er eitt træ úr Hetlandi, sum Jóanes vísur á, og sum hevur purpurlittar blómur, og sum annars stendur grønt alt árið.
Jóannes heldur, at teir gomlu mundu vita hvat teir gjørdu, tá teir settu búgv við Ósagarð, og at tað ikki er av tilvild, at ættin hevur trivist har í fleiri ættarlið.
Jóannes, Bjerregaard og skálkabros
Jóannes við Ósagarð hevur lætt til skemt, og honum dámar væl at leggja dent á – við einum skálkabrosi, at til vinstru í politikki er hann í øllum førum ikki. Tað stendur heilt fast.
Men so løgið tað ljóðar, so er tað súreplatræið av slagnum Ritt Bjerregaard, ið trívist so avbera væl í útistovuni við Ósagarð, og henda søgan fer ikki afturvið, uttan eitt skálkabros.
Agurkutíð er, og í vakstrarhúsum og útistovum, og eisini í aldingørðunum kring landið, fegnast tey, ið hava grønar fingrar, tí nú sprettir á fold og spírar.










