Spren Rex

Spren Records er eitt nýtt plátufelag stovnað av Karl Antonio Klein saman við
tónleikabólkunum, Speaker og 48 pages.

Eyðun Müller Thomsen
eydun_t@hotmail.com



Plátufelagið Spren Records er í holt við eina undirgrundsfløgu við live
upptøkum av 48 pages, Speaker, Lama Sea og Zink.
Upptøkurnar verða gjørdar í virkna umhvørvinum hjá ART (Áhugafelag
Rokktónleikara). Fløgan, sum er í gerð, kemur vantandi út seinni í ár.
Tónleikurin, sum fer at verða á hesari fløgu, er tónleikur, sum hevur verið
nógv frammið í seinastuni. Tónleikararnir eru frískir og klárir við nógvum
avbjóðingum

Lítið hevur verið gjørt, tá ið man hevur tosað um ungar tónleikarar, og tað er
júst tí hetta felagið er stovnað - fyri at koma víðari frá teimum
tónlistarligu "stop" skeltunum, sum standa alla staðni umkring. Lat okkum
fáa tey av vegnum og grava fram tær føroysku gávurnar, ið tey ungu hava nokk
av.

Tveir av bólkunum, 48 pages og Speaker arbeiða hart í løtuni fyri einum túri
til Íslands, og fløgan verður tí eisini nýtt sum stór hjálp á vegnum.