Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, trýstu á knøttin, tá fyrsta skotið varð latið av til Húsareynstunnilin 8. mai í fjør

Spreingja tunnilin ígjøgnum um mánaðarskiftið

Um mánaðarskiftið verður Húsareynstunnlin í Havn sprongdur ígjøgnum

Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, trýstu á knøttin, tá fyrsta skotið varð latið av til Húsareynstunnilin 8. mai í fjør

Tað sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu. Hann sigur, at dagurin er ikki ásettur enn, men at tað verður ein av døgunum um mánaðarskiftið, og at tíðarætlanin heldur.

– Hetta er ein verkætlan uttan líka. Hetta er tann størsta verkætlanini í undirstøðukervi í kommununi, har tað verða gjørdir 9,2 kilometrar av vegi og ein tunnil sum verður góðar 1700 metrar langur, sigur Tróndur Sigurðsson.

 

Hann sigur, at tað góða við hesi verkætlan eisini er tað býarskipanarliga. Tí hetta letur upp fyri, at nýggir býlingar kunnu gerast í Hoyvíkshaganum og úti í Marknagili.

– Tann seinasta útstykkingin í Hoyvík er Oman Gil frá 2016, og tað er stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum í Hoyvík, sigur hann.

– Eg vóni, at vit kunnu samtykkja eina nýggja útstykking har í ár, sigur hann.

##med3##

Búskaparráðið hevur fleiri ferðir – seinast í samandi við várfrágreiðingina, mælt kommunum til at stykkja so nógv út sum gjørligt – fyri at eggja ungum fólki at flyta aftur til landið – og at tey soleiðis fáa nakað at búgva í.

 

##med2##

Verkætlanin við nýggja innkomuvegnum snýr seg um at binda saman úr rundkoyringini oman fyri tunnilsmunnan í Rossagili á Hvítanesi, fram við Sandvíkarhjalla og suður gjøgnum Hoyvíkshagan, ein tunnil undir Húsareyni, sum kemur út í Marknagili vestan fyri Hotel Føroyar og vegur, sum verður bundin í Marknagilsvegin við ljóskurvum.

Í Hoyvíkshaganum verða tvær avkoyringar til tríggjar vegin. Ein sum førir ferðsluna út í Klingruna í Hoyvík og ein sum førir ferðsluna til Flatarvegin í Hoyvík og Sundsvegin í Havn. Har sleppur ferðslan oman eftir annaðhvørt Sundsvegnum ella Villingardalsvegnum.

 

##med4##

Íbindingar verða gjørdar soleiðis, at ferðslan frá íbindingarvegunum ongantíð fer tvørtur um innkomuvegin, tí verður ferðslan undir vegnum í staðin fyri at fara tvørtur um vegin, eins og vit kenna tað frá motorvegum úti í heimi.

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, trýstu á knøttin, tá fyrsta skotið varð latið av til Húsareynstunnilin 8. mai í fjør

Tunnilsmunnin undir Villingadalsvegnum

Tey gera klárt til tunnilsmunnan í Marknagili. Tunnilin kemur út undir ríðibreytini vestan fyri Hotel Føroyar