Nú eru boriliðini í Eysturoyartunlinum farin í jólafrí. Hesa vikuna hava teir sprongt 43 metrar. Nú eru sprongdir 8.875 metrar av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum. Byrjað verður aftur eftir nýggjár.
Í seinastu viku vóru 27 metrar sprongdir Hvítanesmegin, og í alt eru nú sprongdir 4.262 metrar frá Streymoyarlandinum.
Einki er sprongt av sjálvum tunlinum frá rundkoyringini og suður móti Hvítanesi. Sprongt hevur í staðin verið fyri einum pumpubrunni.
Frá rundkoyringini og móti Rókini hava teir hesa vikuna sprongt 16 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.434 metrar.