Spreingitráður í ravnareiðri

- Nú um páskirnar sá eg myndarøð av einum ravnareiðri, har spreingitræðrir stungu út millum alt hitt tilfarið, sigur Marita Gulklett.

Marita Gulklett, sum hevur stóran áhuga fyri náttúru og fuglalívi og sum er kona Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy, spyr á sínari Facebook-síðu, hvør ruddar inni á Sundi.

 

- Alt gott um rudding í náttúruni, sum átti at verið ein sjálvfylgja og serliga, tá fyritøkur standa fyri dálkingini.

 

Marita Gulklett vísir á, at seinasta vár vóru nógvir útlendskir lívfrøðingar í Føroyum, og tá teir sóu allan spreingitráðin, vóru teir sannførdir um, at spreingitráður fór at síggjast aftur í fuglareiðrum í ár.

 

- Nú um páskirnar sá eg myndarøð av einum ravnareiðri, har spreingitræðrir stungu út millum alt hitt tilfarið. So, nú ber fuglurin spreingitráðin út í hagan.

 

Marita Gulklett sigur seg ikki ivast í, at nógvir aðrir fuglar, sum annars ríka okkara náttúru, fara at gera tað sama, og tað heldur hon er ógvuliga keðiligt.