Spreingingar við russiskan havnarbý

Russiska verjumálaráðið sigur í dagføring, at ukrainski herurin hevur lopið á hernaðarstøðina í Novorossijsk við tveimum sjódronum.

 

Tíðliga í morgun siga fleiri russar á sosialum miðlum, at teir hoyra spreingingar við russiska havnarbýin, Novorossijsk.

 

Reuters er millum tíðindastovurnar, sum eisini bera hesi tíðindi.

 

Sambært russisku tíðindastovuni Ria vátta myndugleikarnir í býnum, at talan er um spreingingar.

 

Russiska verjumálaráðið sigur í dagføring, at ukrainski herurin hevur lopið á hernaðarstøðina í Novorossijsk við tveimum sjódronum.

 

Tað váttar russiska tíðindastovan Tass í morgun.

 

Russiska verjumálaráðið sigur, at dronurnar eru oyðilagdar, og lagt verður aftrat, at russiska verjan haraftrat hevur skotið niður 13 ukrainskar dronur yvir Krim-hálvoynni.

 

##med2##

 

Videobrot á sosialum miðlum í morgun vísa skip og virksemi út fyri strondini í býnum, Novorossijsk.

 

Á nøkrum av brotunum síggjast bjørt ljós og roykur stíga upp úr havinum.

 

Sagt verður, at Novorossijsk telist millum størstu havnarbýir kring Svartahavið, og sambært Wikipedia búgva 273.278 fólk í býnum.

 

##med3##

 

 

 

Á kortinum sæst, hvar russiski havnarbýurin, Novorossijsk, liggur.