Spreingingar hava verið sunnanfyri Damaskus

Tað er í hesum øki, at fyrrverandi einaræðisharri landsins, Bashar Al-Assad, hevði fleiri av sínum vápnagoymslum

Tað hava verið spreingingar í einum øki sunnanfyri høvuðsstaðin í Sýria, Damaskus.

 

Syrian Observatory for Human Rights (SOHR) heldur, at talan er um ísraelsk álop.

 

Sambært SOHR er tað í hesum øki, at fyrrverandi einaræðisharri landsins, Bashar Al-Assad, hevði fleiri av sínum vápnagoymslum.

 

Sagt verður frá hørðum spreingingum í økinum, og eitt tíðindafólk hjá AFP sigur, at onkur bygningur er lagdur í oyði.

 

Ísraelski herurin sigur seg ikki standa aftanfyri álopini.

 

Ísrael hevur annars dúgliga lopið á fleiri hernaðarskipanir og vápnagoymslur í Sýria, síðan Assad-stjórnin fall í desember í fjør.

 

- Sambært Ísrael hevur endamálið við álopunum verið at fyribyrgja, at vápn og útgerð í Sýria enda á fíggindaligum hondum.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag.