Tríggir av manningini doyðu, tá ein hørð spreinging var umborð á einum suðurkoreonskum tangaskipi. Skipið, sum var góð 4.000 tons stórt, var statt knappar 20 fjórðingar í útsynning úr havnarbýnum Incheon, og tað sakk beinanvegin, sigur suðurkoreanska sjóverjan.
Bjargingarliðini siga, at fimm av manningini eru bjargaðir á lívi, men at átta eru ikki komnir afturíaftur. Tveir av teimum trimum, sum eru funnir deyðir, eru úr Myanmar. Tann triði er úr Suðurkorea.
Myndugleikarnir í Suðurkorea siga, at tangaskipið var langt frá norðurkoreanska markinum, tá tað sprongdist, og tí var ikki talan um eitt hernaðarligt álop frá grannalandinum.










