Ein spreinging hendi í einum tanga umborð á Magn, sum Føroya Shell júst hevur selt til norskt reiðarí Føroya Shell hevur júst selt tangaskipið Magn til eitt norskt reiðarí. Yvirtøkudagurin var 1. apríl, og føroyska manningin, sum sigldi skipið niður, kom heim aftur mikudagin 2. apríl.
Ein maskinmaður heldur tó fram umborð á tangabátinum, sum hevur fingið navnið »Amalie«. Hesin er føroyingur, men var ikki staddur nærhendis, tá spreingingin hendi um fimtan-tíðina í gjál seinnapart.
Heini í Buð, sum hevur verið rakstrarstjóri á Magn, hevur veriðí samband við bæði nýggja reiðaran og føroyska maskinmeistaran, sum heldur fram hjá nýggja reiðarínum. Hann sigur, at sambært nýggja reiðaranum var hendingin ikki so álvarslig.
Annar maðurin var staddur niðri í tanganum, og hann hevur fingið eina 2. grads forbrenning um 20% av kroppinum, meðan hin lítið og einki mein fekk. Kortini vórðu báðir menninir fluttir á brandsáradeildina á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmanahavn.
Enn er ikki fingin greiða á, hvør orsøkin til spreingingina var, men løgreglan á staðnum sigur, at sveisað var har nærhendis.