Spreinging í turkiskum kolanámi

Turkisku myndugleikarnir siga, at umleið 25 arbeiðsmenn eru innistongdir eftir eina spreinging í einum kolanámi har norðuri í landinum. Átta menn eru bjargaðir. Tað er ikki greitt, hví óhappið hendi.

Arbeiðsmálaráðharrin, Omer Dincer, sigur, at bjargingarlið royna at sleppa til teir innistongdu menninar fyri at hjálpa teimum útaftur.

Kolanámið er nærhendis býnum Zonguldak, sum er havnarbýur við Svartahavið.