Ein spreinging í Århus í morgun kravdi eitt mannalív Ein 54 ára gamal maður í Århus doyði, á ein goymsla við ymsum løgi fór í luftina í morgun.
Eldur kom í, og av tí at vandi var fyri fleiri spreingingum, sprændi sløkkiliðið fleiri rúm nærhendis goymsluni undir í skúmi. Samstundis steðgaði løgreglan allari ferðslu nærhendis goymsluni, og sambært danska útvarpinum eru fleiri gøtur í býnum framvegis stongdar.
Sum skilst hava sløkkiliðini tamarhald á eldinum, men hann er ikki sløktur enn.










