186 arbeiðsmenn vóru niðri í russiska náminum, tá spreingingin var. Minst 97 teirra doyðu. Vanlukkan var í landspartinum Kemerovo eysturi í Sibir, og orsøkin var sambært russisku myndugleikunum ein leki við metangassi.
Hetta er ikki tann fyrsta námsvanlukkan har eysturi í Sibir. Eygleiðarar siga, at námini verða illa hildin, tí pengar verða ikki settir av til viðíkahald.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sent ein av sínum ráðharrum til námið at fylgja bjargingararbeiðinum.









