Spreinging kravdi 25 mannalív

25 hermenn doyðu, tá ein vápnagoymsla har vesturi í Turkalandi sprongdist í luftina í gjárkvøldið. Fýra fólk fingu skaða.

Turkiska herleiðslan sigur, at tað var ein goymsla við hondgranatum, sum sprongdist, og at spreingingin elvdi til stóran eld. Tað er ikki greitt, hví granatirnar fóru í luftina.

Herleiðslan leggur dent á, at tað er einki, sum bendir á, at talan var um yvirgang, men at tað var ein vanlukka. Herurin hevur samstundis ávarað fólk ímóti at fara ov nær staðnum, tí tað kann væl hugsast, at har eru fleiri hondgranatir, sum ikki eru brostnar.