Stutt fyri middag tann 8. oktober 1978 hendi ein ógvuliga sterk spreinging í Havn, sum skakaði nærum øll hús í býnum og hoyrdist til nærmastu bygdirnar.
Spreingingin kom frá einum arbeisskúri ovarliga á Dalavegnum á eini trøð, sum var undir byggibúning. Í arbeiðsskúrinum vóru umleið 50 kilo av dynamitti og spreingiperlum, sum vóru atvoldin til spreingingina.
Ein 25 ára gamal maður lat lív, og stórur skaði hendi á húsini í grannalagnum, og nógvir rútar brotnaðu. Umleið 50 hús fingu størri og smærri skaðar.
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1978