Í morgin var ein spreingin á kjarnorkuverkinum Flamanville, sum liggur í Normandínum, norðaliga á fronsku strondini, nærindis oyggjunum Jersey og Guernsey, skrivar Le Monde í morgun.
Sambært fronskum myndugleikum er eingin vandi fyri leka av kjarnorkuevni. Spreingingin hendi í eini maskinhøll, sum ikki er í sonevnda kjarnorkupartinum av verkinum. Sambært le Monde var tað ein eldsbruni, sum førdi til spreinginina, men nú er eldurin sløktur.
Fimm fólk vórðu førd á sjúkrahúsið við roykskaða, men annars fekk eingin mein av spreinginini.
Økið, har spreingingin fór fram, er nú koblað frá restini av verkinum.
Sambært lokalu myndugleikunum er eingin vandi fyri íbúgvarnar í økinum av tí at eingin leki er staðfestur á verkinum.
Kjarnorkuverkið hevur tveir reaktorar, sum hvør hevur eina styrki á 1300 megawatt. Teir vórðu bygdir í 1980’unum. Í løtuni er EDF, sum eigur verkið, í ferð við at byggja ein triðja reaktor á verkinum. Spreingingin hevur heldur ikki ávirkað hetta arbeiðið. Triði reaktorurin skuldi takast í brúk í ár, men í 2015 vóru byggifeilir staðfestir og arbeiðið er tí seinkað. Kjarnorkuverkið Flamanville framleiðir trý prosent av streymframleiðsluni í Fraklandi.