Spreinging í iranskum kjarnorkubýi

Iranska tíðindastovan Fars skrivaði í kvøld, at ein hørð spreinging hevði verið við býin Isfahan. Býurin er ein av teimum størstu í Iran, og eitt av teimum umstríddu kjarnorkuverkunum er har.

Sambært tíðindastovuni hevði varaborgarstjórin í býnum váttað tíðindini. Iranskir fjølmiðlar bóru ymisk tíðindi um spreingingina, men seinni visti ísraelska blaðið Haaretz at siga, at øll tíðindi um spreingingina vóru horvin av øllum iranskum tíðindasíðum á alnótini.

Reuters skrivar, at varaborgarstjórin, sum váttaði tíðindini upprunaliga, skal nú hava avsannað tey í samrøðu við iransku tíðindastovuna Mehr.

Aðrir iranskir miðlar endurgeva ein almennan tænastumann fyri at siga, at spreingingin var í sambandi við eina hernaðarvenjing.