Ein spreinging hevur verið á einum kjarnorkuverki í Marcoule har suðuri í Fraklandi, og vandi er fyri geislavirknum leka, skrivar tíðindastovan AFP.
Franska løgreglan sigur kortini, at einki geislavirkið evni er likið úr verkinum síðani spreingingina.
Fronsku fjølmiðlarnir siga, at eitt fólk doyði í spreingingini, og at trý fingu skaða. Sambært miðlunum brúkar verkið burturkoyrd kjarnorkuvápn til brenni.