Eitt 51 ára gamal maður doyði, og níggju fólk vórðu løstað, tá ein spreinging var uttan fyri ein stórhandil miðskeiðis í teilendska høvuðsstaðnum Bangkok í dag. Enn hava myndugleikarnir ikki sagt, um talan var um eina bumbu ella kanska okkurt annað.
Eykaval er í Teilandi í dag, og eygleiðarar hefta seg við, at spreingingin var beint aftaná, at valhølini vóru latin aftur.
Spreingingin var uttan fyri ein stórhandil, sum andstøðufólk hersettu í fleiri vikur fyrr í ár. Tiltakið hjá andstøðuni endaði í einari blóðugari uppgerð tann 19. mai, tá herurin legði uppí.










