Spreingigoymsla við flogvøllin

Í sambandi við útbyggingararbeiðið á Flogvøllinum í Vágum er spreingievni funnið

Talan var um eitt gamalt borihol. Spreingievnið varð latið av, tilvitað, saman við einari ætlaðari spreinging. Spreingievnið í gamla boriholinum vísti seg at vera virkið.

14. juli kunnar Vága Floghavn arbeiðstakaran um, at tað áður hevur verið útynt spreingiarbeiði í hesum ávísa øki og arbeiðið har verður tí steðgað. Talan er um eitt øki á suðursíðuni á flogvøllinum uttan fyri trygdarøkið.

Kanningar á staðnum vísa, at møguleiki er fyri, at ósprongt spreingievni enn er í boriholum frá fyrr gjørdum arbeiði. Økið er tí tryggjað fyri óviðkomandi.

Tískil - fyri at sleppa undan vanlukku - er semja gjørd í dag millum arbeiðsánara, arbeiðstakara og Arbeiðseftirlitið, at arbeiðstakarin boðsendir serfrøðingi, at kanna viðurskiftini nærri. Kanningarnar verða gjørdar komandi viku við atlitið til, at framhaldandi arbeiðið kann verða framt á tryggan hátt.

Spreingiserfrøðingurin kemur til Føroya mánadagin.

Sum skilst hevur spreingievnið ligið við flogvøllin síðan útbyggingina í 1978.