Spreingievni við svenskt kjarnorkuverk

Bumbuhundar hjá svensku løgregluni hava funnið spreingievni í einum stórum lastbili, sum stóð tætt við kjarnorkuverkið Ringhals. Løgreglan hevur illgruna um, at spreingievnið skuldi brúkast til eina atsókn at verkinum, og tí hava bumbuhundar kannað alt økið. Samstundis eru trygdartiltøkini við øll tey svensku kjarnorkuverkini herd.

Myndugleikarnir siga, at spreingievnið, sum er funnið í lastbilinum, var so mikið lítið, at reaktorarnir á verkinum høvdu ikki fingið skaða, um evnið fór í luftina.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at løgreglan kannar nú, hvar lastbilurin var, áðrenn hann kom inn á økið við Ringhals-verkið.

Ringhals er tað størsta kjarnorkuverkið í Svøríki. Tað er einar 20 kilometrar norðan fyri Varberg og einar 60 kilometrar sunnan fyri Gøteborg.