RTS fer nú í holt við spreingiarbeiðið við Regnavegin á Toftum.
- Ætlanin er at byrja at spreingja mánadagin 15. mai. Arbeiðstakarin hevur váttað, at atlit verður tikið fyri øllum trygdarviðurskiftum, so møgulig óhapp kunnu fyribyrgjast.
Tað siga tey í Nes kommunu í dag.
Víst verður á, at í morgun varð skipað fyri kunningarfundi fyri leiðarunum í Barnagarðinum og Frítíðarskúlanum á Toftum, sum eru næstu grannar. Skrivlig kunning er eisini send sethúsaeigarum, sum búgva nærindis økinum.
Tað er entreprenørfyritøkan RTS, sum ger lendisarbeiðið fyri felagið Skákið, sum ætlar sær í holt við eina stóra íbúðarverkætlan á umleið 70 íbúðir omanfyri Regnavegin.
- Kommunan eigur grótið, sum verður brúkt til nýggju grótverjuna í Oyrunum. Í hesum sambandi hevur Nes kommuna gjørt avtalu um lessing og koyring av gróti oman í Oyrarnar.
##med2##
Í Nes kommunu siga tey, at henda grótnøgd – saman við grótinum, sum er tikið úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna - eftir ætlan fer at røkka til at leingja grótaverjuna norður úr bátahylinum í Oyrunum við umleið 180 metrum.
- Vit meta, at hetta eru spennandi verkætlanir. Við longdari grótverju fæst kyrra í Oyrahavnina, og hetta leggur lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar-og trivnaðarøki.
Samstundis fer økið norðan fyri Saltsøluna at geva stórar møguleikar fyri vinnuna - og við Regnavegin kemur ein nýggjur íbúðarbýlingur.












