Tveir bilar rendu saman í einum ferðsluóhappið inni á Sundi í Suðurstreymoy í morgun.
SEV er í ferð við eina stóra útbygging av oljuverkinum inni á Sundi og í hesum sambandi er Kaldbaksvegurin stongdur av og á, meðan sprongt verður.
Soleiðis var eisini í morgun; spreingjast skuldi, og tí bleiv ferðslan steðgað. Ein bilur steðgaði at bíða, men hetta varnaðist bilførarin í bilinum aftanfyri ikki. Hann rendi tí beint upp í reyvina á parkeraða bilinum.
Løgreglan sigur, at báðir bilførararnir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, tó at hvørgin teirra hevði fingið sjónligan likamligan skaða.
Báðir bilarnir fóru illa í óhappinum. Løgreglan tók skiltini av fremra bilinum og sleipaði hann av staðnum, meðan aftari bilurin eisini mátti hava hjálp fyri at sleppa víðari.