Spray til føroyskar dómarar

Eiler Rasmussen slapp í gjár at verða tann fyrsti dómarin, sum nýtti "barberskúmið" í føroyskum dysti

Ein lutur, sum stóð eftir hjá fótbóltshyggjarum kring allan heim eftir HM-endaspælið seinasta summar, var spraydósirnar, sum dómararnir nýttu til at merkja av, hvar múrurin skal standa, tá fríspørk verða skotin.

 

Síðani í summar hava vit sæð dómarar í flestu grannalondunum nýtt hvíta skúmið, og nú verður hetta eisini tikið í nýtslu í Føroyum.

 

Eiler Rasmussen dømdi í gjár stórsteypadystin millum Víking og B36, og har sást dómarin ta einu ferðina markera, hvar múrurin hjá B36 skuldi standa, og spraydósin verður fastur partur av dómaraútgerðini í ár.

 

- Sum dómari haldi eg bara, at hetta er gott. Vit eru sjálvandi við upp á allar batar, sum kunnu gera tað lættari at avgreiða dystin, og hetta hevur víst seg at rigga avbera væl, sigur Eiler Rasmussen.